Innan farið verður undir virki/virksemi, sum er serliga dálkandi, skal eigarin søkja um at fáa virki/virksemi umhvørvisgóðkent. Undantikin eru tó tey virki ella tað virksemi, sum í listanum eru merkt við stjørnu (*). Tá ger Umhvørvisstovan fyrst eina meting um, hvørt tað er neyðugt við umhvørvisgóðkenning.
Ein umhvørvisgóðkenning tekur støði í einari umhvørvistekniskari lýsing av virkinum. Út frá lýsingini verða krøv og treytir settar virkinum.
Fyrsta stigi ímóti eini umhvørvisgóðkenning, ella at verða undantikið skylduni til umhvørvisgóðkenning, er at fylla út umsóknarblað um umhvørvisgóðkenning og senda tað til Umhvørvisstovuna.
Umsóknir um umhvørvisgóðkenningar mugu vera Umhvørvisstovuni í hendi í góðari tíð innan farið verður undir virksemi.
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo